Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loysing krevur greiðan meiriluta

John William Joensen

Eitt fullkomiliga meiningsleyst og politiskt gelt kjak hevur ørkymlað føroyingar nú í meira enn ein mánað.

Er tann nýggjasta í rúgvuni av fráboðanum ígjøgnum mong ár frá Danmark til ST um Føroyar eitt stig nærri fullveldinum ella eitt stig burtur frá fullveldinum? Í sær sjálvum er hon hvørki
Enn einaferð hevur tað eydnast Høgna Hoydal at fyrigykla fólki bál og brand. Løgmaður hevur framt landasvik, siga tjóðveldisfólk og billa veljaranum inn, at hend eru stór national afturstig, sum forða fyri frælsum Føroyum.
Jú, tað ljóðar heilt ræðuligt. Og spurningurin er, um løgmaður ikki átti at verið brendur á báli. Ella í øllum førum koyrdur frá.

Men er støðan í veruleikanum so ræðulig?
Nei, støðan er als ikki ræðulig. Og vit føroyingar hava framvegis sama rætt og sama møguleika at loysa frá Danmark, sum vit hava havt í langa tíð. Trupulleikin fyri Tjóðveldisflokkin er bara tann, at hetta krevur ein breiðan meiriluta fyri loysingini í føroysku veljarafjøldini.

Fólkið ger av
Kjakið um sjálvsavgerðarrættin er uttan iva eitt spennandi kjak fyri teoretikarar. Men tað verður ikki hetta kjakið, ið tryggjar loysingina.
Sambært danska serfrøðinginum í fólkarætti, Frederik Harhoff, er hugtakið um sjálvsavgerðarrætt eitt útvatnað teoretiskt prinsipp. Nakað tað sama segði fyrrverandi skrivarin hjá Høgna Hoydal, stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale, eisini í útvarpinum herfyri.
Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð gjørt púra greitt, at tað stendur føroyingum púra frítt at fara úr ríkinum, um vit ynskja tað. Tað er hetta, vit skulu hefta okkum við, og ikki eina ella aðra regluliga fráboðan til ST. Hesa fatan hevði Harhoff eisini í Útvarpinum mikukvøldið. Hann gjørdi greitt, at fráboðanin til ST ongan mun ger, hvørki so ella so.
Tískil fara bæði Høgni Hoydal og løgmaður skeivir, tá teir leggja so nógv í ST fráboðanina. Allarhelst við vilja…
Føroyar kunnu loysa, tá ella um ein nóg stórur meiriluti av Føroya Fólki ger tað av. Er Føroya Fólk fyri, so tora danir ikki at vera ímóti. So einfaldur er veruleikin. Alt hitt tosið er eitt slag av escapismu. Ein roynd at flýggja undan aktuellum politiskum trupulleikum og fáa almenna kjakið at snúgva seg um okkurt abstrakt, ið minni enn fimti hvør veljari skilir.


Hjá Høgna er fólkið trupulleikin
Í 1998 settu Høgni, Anfinn og Helena sær fyri at loysa. Tey umboðaðu eina samgongu við evarska lítlum meiriluta á løgtingi og innanhýsis vóru tey langt frá samd um, hvussu farast skuldi fram. Onkur teirra setti enntá sum krav, at meirilutin ikki mátti vaksa. Javnaðarflokkurin skuldi undir ongum umstøðum sleppa at vera við í ætlanini á nakran hátt, var kravið frá minsta flokkinum. Og soleiðis bleiv.
Minsti møguligi meiriluti við størst møguligum ósemjum og manglandi undirtøku frá fólkinum fór til Danmarkar at samráðast um loysingina. Sjálvandi miseydnaðist tað við eitt brak.
Framvegis er hvørki nóg stórur meiriluti á Løgtingi ella í fólkinum fyri at loysa frá Danmark. Ongin av stóru flokkunum vil heldur hoyra talan um at fara í samgongu við Høgna Hoydal, so leingi hann er mest ódiplomatiski politikarin á løgtingi. Tískil er loysingin ikki á dagsskrá. Tað er hetta, ið er trupulleikin hjá Høgna Hoydal, og tí roynir hann øll møgulig snildi at fyrigykla fólki eina røð av óveruligum ræðusøgum. Alt fyri at gloyma veruleikan og gerandisdagin.

Ræðusøgurnar umaftur
Hetta við ræðusøgunum og ókvæmisorðunum er ikki nakað ókent fyribrigdi hjá Tjóðveldisflokkinum. Júst somu snildi vórðu nýtt, tá fullveldisætlanin skeiklaðist á sinni. Tá skuldi Jóannes Eidesgaard og javnaðarfólk annars eisini brennast á báli  í fluttum týdningi sjálvsagt. Kann úr rúgvuni nevna hesi brotini úr einum lesarabrævi. Tað er ein av tinglimum Tjóðveldisfloksins, ið skrivar í Dimmu 29. sept. 1999:

… fremstu skutilsveinar donsku imperialista
Myndin av trojanska hestinum trokar seg framat, hesaferð fyri so vítt innantómur, men kortini fullur av quislingahjørtum.
…Javnaðarflokkurin og leiðsla hansara uttan um vitanina hjá sínum gerandisveljara hava framt landasvik móti Føroya fólki…
…fólkapensjónin hjá sama P. M. Dam var blóðpengar fyri at steðga framgongd Tjóðveldisfloksins og frælsisstremban landsins.

Og so vóru tað øll hini ótespiligu persónsálopini á Jóannes Eidesgaard, ið ikki eru verd at endurtaka her. Kann tó nevna, at Útvarpið kendi seg noytt at koma við einari treytaleysari umbering eftir eitt fúlt persónsálop móti Jóannesi Eidesgaard fyri opnari mikrofon leygarkvøldið 28. oktober 2000.
Soleiðis er kjakið aftur í dag. Tí aftur nú er neyðugt at fjala útyvir egna ómegd.

John Johannessen,
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin