Føroyska heimastýrið í danska kongaríkinum er ein politisk skipan, sum bara er til, so leingi sum danir velja at halda lív í blokkinum, og harvið í hugsjónini um samband.
Føroyska heimastýrið í danska kongaríkinum er ein politisk skipan, sum bara er til, so leingi sum danir velja at halda lív í blokkinum, og harvið í hugsjónini um samband.
Sum politiskt amboð í skipanini millum tvey lond, virkar heimastýrið als ikki – rætt og slætt, tí at eingin kann tæna tveimum harrum. Danmark valdi ES í 1972, og hevur síðani tá kunna pyntað seg við ríkisfelagsskapinum millum onnur lond úti í stóra heimi. Nú hevur ES samtykt handilsforðingarnar móti føroyingum vegna okkara egnu ásetingar av kvotum á makreli og sild. Í allari tilgongdini hevur Danmark spælt ein undarligan dupultleiklut, m.a. við at avkvøða blankt, tá málið fyrstu ferð tók seg upp, í staðin fyri at langa nevan í borðið.
Nú er stundin komin til handa, at vit føroyingar taka eina endaliga avgerð um okkara egnu framtíð. Antin sum tjóðaskaparligur bistandsklientur í danska heimastýrinum, ella sum ein fríttstillaður og álítandi samstarvspartnari á altjóða pallinum.
Norðoya Tjóðveldisfelag




