Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loysn funnin á fíggjarkreppuni hjá KÍ

John William Joensen

Tað hevur verið ein sera tungur burður hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag at fáa skil á peningaligu viðurskiftini, men við aðalfundinum í vikuni, hevur nevndin fingið endaligan myndugleika at seta sítt stempul á eina ætlan um loysn av kreppuni.
Flaggskipið í ítrótti í Klaksvík seinastu 100 árini hevur liðið nógv undir hesi kreppu og tað hevur verið ómetaliga óhugaligt at fylgt ungu monnunum, sum nú í skjótt mong ár í óløntum áhugastørvum hava stríðst og kempa fyri at finna eina loysn.
Vit vita øll at ítróttarvirksemið er ein samfelagsábyrgd, men sjálvandi er harvið ikki sagt at tað bert er ábyrgdin hjá okkara kommunu.
Hinvegin eiga vit eisini at hugsa um, at tíðin ídag krevur alt og alt meira at býráðið og tað almenna sum heild, meira og meira tekur lut í fíggjarligu karmunum hjá ítróttar og áhugafeløgum. Samfelagið er farið frá at mamman gongu heima og passar børn um dagin, tað gera skúlar, vøggustovur, barnagarðar frítíðarskúlar og ikki minst ítróttarfeløgini og áhugafeløgini.
Hóast tað almenna í stóran mun luttekur peningaliga í rakstri av skúlum, barnagørðum og øðrum, so hava áhugafeløgini og ítróttarfeløgini at kalla verið latin upp til skutil av tí almanna.
Tað eru hóast alt fólk, sum leggja nógva ókeypis arbeiðisorku í allar frítíðaraktivitetir sum eru í kommununi og vit eiga at verja um hesi fólkini og skapa teimum so góðar karmar sum tað nú einafer ber til.
Í Norðlýsinum hevur fyrr verið eftirlýst, at býráðið hevði ein politikk á hesum økinum. Higartil hevur býráðið sum oftast traðka til, tá feløg eru komin illa fyri ella tá trýst hevur verið á okkara politikarar um at skapa karmar fyri eini alla aðrari ítrótt.
Rættast hevði verið, at vit vóru komin longur á hesum økinum og at býráðið fór at kjakast um politik og mál á hesum økinum.
Hvørji mál skal ítrótturin í Klaksvík seta sær og hvussu náa vit hesum málum. Ein útgreinaður politikkur frá býráðsins síðu hevði óivað stimbra borgarum at fari undir ítróttargreinar og áhugafeløg, sum vit als ikki hava ídag.
Eitt gott dømi er kanska rossafelagið, sum í blaðnum ídag kunnger at tey nú fara undir at savna pening inn til eitt grundstykki og til eitt fjós. Vit hava havt hestar sum frítíðarítriv nú í skjótt nógv ár uttan at hetta frítíðarvirksemið er komið í nakra fasta legu hjá okkara kommunu, tá ið um mál og karmar ræður.
Her eru fleiri viðurskifti sum viðvíkja trivnaðinum í samfelagnum, har vit í almennum høpi hava verið alt ov linlig til at gjørt nakað við.
Ein politikk á øllum økjum, eigur ein framkomin kommuna at hava.