Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loysnin! Er tað at hækka skattaprosentið ?

John William Joensen

Nei, um vit skulu varðveita ungdómin, familjurnar og eitt komandi vitanarsamfelag, er tað í hvørt fall ikki skatturin sum skal upp. Eg eri bangin fyri, at vit tvørturímóti reint út sagt styggja fólkið úr býnum.

Um ársskiftið fer landsskatturin upp fyri miðalinntøkurnar, samstundis, sum rentan er hækka til tað dupulta hesi seinastu 3 árini. Vøran er blivin munandi dýrari og oljuprísurin er farin himmalhøgt. Um tað verður sum býráðið vil, so skal kommunuskattaprosentið eisini upp, sum aftur vil siga, at hettar rakar øll sum tjena yvir kr 30.000,- árliga.

Hettar hongur ikki saman við, at vit framhaldandi skulu hava ein bý, sum fólkið hevur ráð at búgva í og trívast í. Og ikki at gloyma ætlanina um at fáa fleiri fólk hendavegin at búseta seg.

Her má hugburðsbroyting til. Vit eru noydd til heldur, at finna aðrar leiðir at yvirliva uppá enn at hækka skattaprosentið. Tí tað er júst í slíkum tíðum vit hava brúk fyri einum andarúmi, fyri at royna nýggja leiðir
Lat okkum heldur syrgja fyri at Klaksvíkin verður attraktiv at búgva í og gera íløgur í, soleiðis, at vit verða enn fleiri í Klaksvík, og at vit soleiðis kunnu arbeiða framímóti heldur at seta skattaprocentið niður.

Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur. Hettar skulu vit halda fast við og skal hettar sermerkja Klaksvíkina. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at allir stovnar og allar útbúgvingar innan fiskivinnu eru í Klaksvík. Hetta er nakað, sum komandi býráð skal kempa fyri .

Norðhavnin er komin so langt nú , at vit kunnu bjóða hana fram, soleiðis, at hon verður ein inntøkukelda. Dýpið er 12-13 metrar, so øll størri skip sleppa til. Her eru møguleikar, sum vit ikki hava havt fyrr. Frystihúsið er komið og tekur 5000 tons.

Vit skulu hava Cruise skip hendavegin, har vit kunnu bjóða okkara stórbæru náttúru fram. Veit væl , at tað kann taka langa tíð at byggja hetta upp, men ongantíð ov skjótt, at byrja.

Vit hava bestu havnina í Føroyum, og nú kunnu størri skip úr øllum heiminum koma til Klaksvikar.

Tað kann ikki vera meiningin , at vit her í Klaksvík og Føroyum, uppæla okkara vakra ungdóm, har ein stórur partur eftir lokna útbúgving í útlondum ikki síggja sær møguleika at koma heimaftur, tí avbjóðingarnar mangla. Úrslitið av hesum verður, at onnur lond fáa gleði av teimum og teirra lærdómi.

Innan allar greinar heilt frá ítróttinum til tøkni. Bæði innan flog- og sjóvinnu eru føroyingar eitt dugnaligt og umbiðið fólkaslag. Nei lat okkum her í Klaksvík arbeiða framímóti, at fáa okkara fólk heimaftur. Tað snýr seg um at fáa okkara lærda fólk til Klaksvíkar aftur at virka og búgva.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen

Valevni Fólkafloksins