um ein nýggjur Atlantic Navigator kemur afturat inn í svartkjaftaflotan, sigur Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum
Formaðurin í Reiðarafelagnum setur spurnartekin við møguleikarnar hjá føroyingum at fáa kvotu í Barentshavinum um Fiskimálastýrið gevur loyvi til, at JFK far eitt líknandi skip sum Atlantic Navigator afturat inn í flotan.
– Ein nýggjur Atlantic Navigator økir um føroyska svartkjaftaflotan og um vit taka størri part av svartkjaftinum til okkum sjálvi, so verður minni at býta við kvoturnar í Barentshavin, og so eru Skálaberg, Sundaberg og hinir føroysku verksmiðjutrolarnir í vanda..
– Tað er tó eitt politiskt val hvussu man umsitur fiskiríkidømi, tað er møguligt at tað er betir at hava ein Atlantic Navigator afturat og so sleppa sær av við Skálaberg og Sundaberg og hinar verksmiðjutorlarnar.
50 skip í føroyskum sjógvi
Norðlýsið skrivaði í gjár at í løtuni eru eini 50 svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi.
Blaðið skrivar at ein góðan dag kunnu hesi skipini fiska upp til 50.000 tons av svartkjafti, men nógv hevur verið tosað um hvussu stór hjá veiðan hjá hesum flotanum er, men formaðurin í reiðarafelagnum heldur at tað eru sera ymiskar meiningar um hetta.
– Skipini hava loyvi til at vera í føroyskum sjógvi og vit eru bert lítil partur av hesum flotanum. Flestu skipini eru íslendingar og russar og harafturat eru fleiri skip úr Norra og EU.
– Hvat skipini fáa í trolið av øðrum fiskasløgum eru sera ymiskar meiningar um men eg trúgvi ikki at hjáveiðan er omanfyri 1%.
Jákup er ikki samdir við Norðlýsið um veiðu tølin hjá svartkjaftaflotanum.
– Eg trúgvi ikki at flotin fiskar meira enn eini 25.000 tons tilsamans ein góðan fiskidag.
Fiskiskapurin
Sambart útrokningum hjá Norðlýsinum, sum blaði hevur frá sera góðum keldum, verður mett at svartkjaftaflotin sum í løtuni er í føroyskum sjógvi fiskar umleið 500 tons av øðrum fiskasløgum, ein góðan fiskidag.




