Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lukas Graham í hopla á Vágsbø

Oliver Joensen

Tað kókaði sum á Galvinum í gomlum døgum, tá Lukas Graham kom á Stóra Pall. Tey ungu í fremstu røð fóru heilt upp frá, og nakrar gentur góvu honum brósthaldararnar, so sigast má, at móttøkan og undirtøkan var ófør.

Sjúrður Skaale, orðstýrari vísti seg fyrst á Stóra Palli og greiddi frá, at konsertin við Lukas bleiv útsett í eitt korter, tí køin uttanfyri portrið var so stór, at Sjúrður hevði avgjørt at vit skuldu bíða hetta korterið til øll vóru komin innum.

Um nakar hevur ivast í undirtøkuni til Summarfestiválin í ár, so fekst sjón fyri søgn at Summarfestiválurin 2015 als ikki er tann minsti, minni enn so.