Lukas Graham spælir klokkan 22.00 í kvøld. Og mr. Summar Festival fer á pall beint eftir miðnátt.
Lukas Graham spælir klokkan 22.00 í kvøld. Og mr. Summar Festival fer á pall beint eftir miðnátt.
Lukas Graham er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivali. Hann er lendur, tískil verður konsertin heilt víst avgreidd.
Hóast sína ungu karrieru, hevur hann nógv kend løg. M.a. ’Ordinary Things’ og ’Drunk in the morning’ frá 2011, ’Criminal Mind’ og ’Better Than yourself’ frá 2012, ’Don’t hurt me this way’ frá 2013, ’Mama Said’ frá 2014 og ’Strip No More’ frá í ár. – Jú, tað verður nógv at syngja til í kvøld klokkan 22.00.
Tað er ikki nógv at siga um Hanus G. Johansen, uttan tað, sum longu er sagt. Hann er tann av øllum, sum hevur verið dúgligast at hoyrt á Summar Festivalinum gjøgnum árini. Hann spælir klokkan 00.15.
Skráin hósdagin (ídag):
Torgið kl. 20.00: Annika Malunardóttir
Tjaldið kl. 21.00: Kristel Lisberg
Vágsbøur kl. 22.00: Lukas Graham
Tjaldið kl. 23.45: Byrta
Torgið kl. 00.15: Hanus G. Johansen
Vágsbøur kl. 01.00: Marius




