Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lukasz hevur ikki avtalað spæl

Norðlýsið

Ítróttarskrivari hjá Hvidovre Avis sigur við Norðlýsið, at Lukasz Cieslewicz er als ikki nevndur í sambandi við gøluna um avtalað spæl, sum umfatar tveir dystir hjá Hvidovre, har fýra leikarar og tveir aðrir persónar eri uppíblandaðir.

– Eg havi tosað við formannin í Hvidovre í dag, og hann sigur, at Lukasz als ikki er nevndur yvirhøvur í sambandi við hesa gøluna. Tí haldi eg tað er løgið, at hann ongar viðmerkingar hevur til málið, tá tit spurdu hann um tað sunnudagin. Tað ger støðuna óneyðuga fløkjasliga, sigur Erling Bostrøm, sum er ítróttarskrivari hjá Hvidovre Avis.

Hann sigur eisini, at KÍ leikarin Jonas Flindt Rasmussen spældi eitt stutt tíðarskeið við Hvidovre um hesa tíðina. Men heldur ikki hann er nakrantíð nevndur í sambandi við gøluna. Norðlýsið hevur havt trupulleikar við at funnið uppstillingarnar hesar dystirnar, so tað er nýtt fyri blaðnum, at Jonas eisini spældi við um hesa tíðina.

Tað var sunnudagin, at Lukasz Cieslewicz bleiv spurdur av Norðlýsinum, um hann hevði nakrar viðmerkingar ella kendi til málið, men tá vildi hann fyribils ikki gera viðmerkingar. Nú skuldi tó allur ivi verið fingin av vegnum, tí B36 leikarin hevur einki havt við gøluna at gera, verður staðfest úr Hvidovre.

Harleywoodpaint