Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luksusdjór – Nýggjur djórahandil á netinum

Tíðindaskriv

Nethandilin, ið eitur Luksusdjór, selur vørur til hundar og kettur. Í vøruúrvalinum er m.a. fóður, góðbitar, hálsbond, leiðibond, leikur og skálir.

Til ber at fáa fóður ið er kornfrítt, hveitifrítt og gluten frítt. Hettar hóskar seg væl til hundar við sartum maga, samstundis sum tað minkar um vandan fyri fóður-allergi.

Eisini er spennandi úrval av vørum til feldrøkt, so sum sjampo av merkinum Pet Head, ið er gjørt av stovnarunum av Bed Head, ið fæst í nógvum hárfríðkanarstovum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Vørurnar eru á goymslu í Sørvági og kunnu sendast við Posta ella heintast í Sørvági, Tórshavn ella Klaksvík.

Tað er Louisa Golightly í Sørvági ið hevur handilin.

Handilin kann vitjast á 

www.luksusdjor.fo