Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lundapisurnar hava tað gott

Danial Viðoy

Lundastovnurin: Í gjárkvøldið vóru fimm mans í Heygadrangi, sum er í Vestmanna, og hugdu eftir lundapisum og kannaðu støðu teirra. Støðan er góð í mun til undanfarin ár. Tað skrivar vp.fo á heimasíðu síni.

Vp.fo skrivar soleiðis um túrin í gjárkvøldið:

”Fimm mans hava verið uppi á toppinum í Heygadrangi í kvøld. Nógvar pisur vóru í lundalandinum, og tær vóru væl í holdum.

Nógvur lundi var eisini á flogi, og talan var í heila tikið um eitt positivt upplivilsi, siga menninir, nú so nógv hevur verið at hoyrt seinastu árini um, at lundin er illa fyri og nógvar pisur doyggja í hungri.

– Vit tóku nakrar úr holunum fyri at hyggja at teimum, og tær vóru væl í holdum, siga teir sum vóru í Heygadrangi í kvøld.”

Tað bendir eisini á, at tað er meira æti í sjónum, ið gagnast lundanum. Í gjár skrivaði Norðlýsið eina støðulýsing um makrel og sild og æti í sjónum. LES UM TAÐ HER

Niðanfyri er ein størri og betri mynd av pisuni og eitt videobrot, tá ið teir ringmerktu lunda í Heygadrangi í 2010: