Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lundin á Mærsk Winner

Oliver Joensen

Fýra føroyingar eru við Mærsk Winner og teir hava sent okkum stutta heilsan av Fílabeinsstrondini.

Lundin er Maskottur

Sum áður nevnt liggja vit her við fílabeinsstrondina og arbeiða. Veðrið er fínt og sól og stilli, men nú fer regntíðin at byrja og tá regnar av grimd í dagavís. Regntíðin her varar okkurt um 6 mánaðar.
Vit eru í ferð við at leggja seinastu hond á Baobab feltið, øll tey stóru tungu tingini eru sett á botn og nú fáast vit við at binda alt saman við rørum og leiðingum av ymsum slagi. Vónandi fer framleiðslan í gongd einaferð í juni mánaða, t.v.s. at tað eru gingnir umleið 6 mánaðir síðani vit byrjaðu til oljan rennur. Holini vórðu boraði fyri umleið tveimum árum síðani.
Eitt er vist, hendan típarætlanin hevði ikki hildið á føroyskum øki. Veðrið hevur so ótrúliga nógv at siga tá ið sovorið skal setast niður á 1200 metra dýpi. Ídag er aldan uml. 3 metrar og hetta er fyrsti dagur har vit eru noyddir at bíða eftir betri líkindum.
Í løtuni eru vit 4 føroyingar við her, undirritaði Sylvi Hansen, 1 stýrimaður Brandur í Kongsstovu  úr Haraldssundi, 2 meistari Thorleif Thorleifson av Strondum og kokkur Kristmund Steinkross av Tvøroyri.
Maskotturin, ið vit hava umborð, er ein lundi. Hann hevur sína egnu søgu, hann var keyptur sum ein gáva til ein dana, sum skuldi avheintað hann á Dan Hotel, Men Lundin bleiv ikki avheintaður, hann bleiv standandi í gardorobuni á Dan Hotel í 2 ár. Síðani bleiv hann avheintaður aftur av gevaranum og endaði umborð á Mærsk Attender, vit tóku hann so við okkum tá ið hetta skipið bleiv bygt, helst tann einasti lundi, ið hevur bú á Hotelli í 2 ár.

Harleywoodpaint