Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lunnister vatnið royndist væl

Oliver Joensen

Sum ætlað so foru vit aftur at fiska i gjárkvøldið og tann túrurin royndist okkum tann besti a ferðini. Vatnið var sum okkum dámar og hartil var fiskur at fáa.

Vit byrjaðu á einum vatni heilt vesturi ígnøgnum. Vit høvdu fingið at vita at hetta skuldi vera eitt gott vatn, við stórum sílum, men ta vit komu vestur, vísti tað seg at vatnið var sera grunt og lítið og harafturat vaks nógv siv upp úr tí.
Áfturat hesum var eisini nógvur vindur og onki læ. Vit gjørdu ti av at finna eitt hvørt annað vatn har vit fingu betur veður.
Tad gekst væl við vatnið við Lunnister og har sýntist at vera hópin av sílum. Eftir at hava fiskað til umleid kl. tvey i nátt, løgdu vit okkum í bilin at sova.