Í dag verður lutakast um, hvussu spælast skal í 3. umfari í Conference League.
Um KÍ vinnur á meistarunum úr Montenegro, so skal liðið møta einum av hesum:
RFS (LVA)
La Fiorita (SMR) / Ballkani (KOS)
Víkingur Reykjavík (ISL) / The New Saints FC (WAL)
Hibernians (MLT) / Levadia Tallinn (EST)
Lech Poznan (POL) / Dinamo Batumi (GEO)
Her er eitt lið, sum skarar burturúr sum nakað betri enn hini. Tað eru meistararnir í Póllandi, Lech Poznan, sum mest sannlíkt vinna seg víðari. Av hinum er RFS, sum KÍ møtti í fjør, kanska tað besta, men torført er at meta um meistararnar úr Kosovo.
Lutakastið verður á uefa.com kl. 13.00.



