Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutakastið er í morgin á middegi

Jákup Ósá

Á middegi í morgin fáa føroysku liðini at vita, hvørja mótstøðuliðini eru í Europa League.

KÍ, NSÍ og B36 eru millum liðini. Tey møta hvør sínum liði av teimum 50 styrkismettu liðunum. Mest sannlíkt er at møta einum av teimum 15 liðunum niðanfyri, um mannagongdin er eins og undanfarnu ár, har lið møta liðum úr nærmasta økinum. Sum sæst, so er stórur munur á styrkini á møguligu mótstøðuliðunum. Lutakastið kann stroymast á heimasíðuni hjá UEFA, sum er www.uefa.com

Mest sannlík mótstøðulið:

*AIK Stockholm (Svøríki)

*IFK Norrkøping (Svøríki)

*Odd (Noreg)

*Haugesund (Noreg)

*Lyngby (Danmark)

*FC Midtjylland(Danmark)

*Rangers (Skotland)

*St. Johnstone (Skotland)

*Stjarnan (Ísland)

*KR (Ísland)

*HJK (Finland)

*Ventspils (Lettland)

*Crusaders (Norður Írland)

*Nomme Kalju (Estland)

*Levadia Tallinn (Estland)