Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutakastið verður mánakvøldið

Jákup Ósá

Mánakvøldið verður drigið um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum og 1. umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið.

Norðlýsið hevur fingið upplýst frá kappingarnevndini í FSF, at lutakastið verður mánakvøldið í 3-2 sendingini hjá KVF. Í innleiðandi umfarinum eru Effo liðini ikki við, men tey eru við í 1.umfarinum (1/8 finaluni). Øll liðini vera koyrd í sama pott og tí verður spennandi at síggja, hvør kemur best burturúr lutakastinum, og hvat lið fær trupult við at spæla seg víðari. Tað plaga ofta at vera onkrir stór dystir longu í 1/8 finaluni.

Í fjør vann Víkingur steypakappingina eftir finalu sigur móti EB/Streymi.