Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutaseðil – 25 lomb at vinna

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur aftur í ár lutaseðlasølu til frama fyri ymiskar deildir í felagnum. Í ár mynda kvinnurnar lutaseðilin, og ágóðan fáa besta liðið hjá kvinnum og monnum, umframt tað ungdómsliðið, sum fer uttanlanda næsta ár.

Hetta er ein sera góður lutaseðil. Tað verður drigið 25 ferðir og hvør vinningur er eitt føroyskt krov. Lutaseðilin kostar einans 20 kr.

Upprunaliga var ætlanin at draga lutaseðilin á summarfestivalinum, men nú KÍ er komið í steypafinaluna hjá bæði kvinnum og monnum er avgjørt, at drigið verður á finaludegnum hjá monnum 27. August.

Hetta fram til finaludagin fara ungir KÍ-arar at selja lutaseðilin – takið væl ímóti teimum.