Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutaseðil til framan fyri ungdómsdeildina hjá Stjørnuni

Oliver Joensen

Møguleiki er nú at vinna ein spildurnýggjan Ford Fiesta 1,0l 80HK

Ungdómsbólkurinhjá Stjøruni, sum er ein bólkur av foreldrum hjá gentum, sum leika viðStjørnuni, er farin í holt við at selja ein lutaseðil fyri at útvega pening tilraksturin av ungdómsdeilini hjá felagnum.

Hóast altungdómsarbeiði verður gjørt ókeypis, so skulu pengar til m.a. venjara ogútgerð.

 

Góður vinningur

Vinningurin álutaseðlinum er ein spildurnýggjur Ford Fiesta 1,0l 80HK virði kr. 186.500.Lutaseðilin kostar kr. 100,-. Fólk frá Stjørnuni koma næstu dagarnar at gangahús úr húsi og selja lutaseðlar, so tað ræður um at hava kontantan pening viðhondina.

Eisini verðalutaseðla seldir til heimadystirnar hjá Stjørnuni.