Komandi dagarnar fer U14 liðið hjá KÍ runt um í húsum í Klaksvík fyri at selja lutaseðilin, har vinningurin er ein nýggjur bilur, ið hevur eitt virði á 206.350 krónur.
Upprunaliga var ætlanin at lutaseðilin skuldi trekkjast 3. oktober, men nú KÍ ársveitslan verður 10. oktober, so verður drigið á ársveitsluni. KÍ kvinnurnar hava selt higartil og komandi dagarnar fara U14 dreingirnir, sum komandi ár skulu til Danmarkar at luttaka, at ganga runt til hús í Klaksvík at selja.




