Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lyon Hansen á Country Festivalinum

Jóhann Lützen

Gøtumaðurin Lyon Hansen kemur at spæla á Country Festivalinum 2026. Tónleikur hansara sveimar í millum inniligan fólkatónleik, harðan elektriskan blues og væl svingandi country rytmur.

 

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

Í fjør kom nýggj útgáva ‘Skull-sized Kingdom’ út, og av hesi útgávu hava fleiri løg verið at hoyrt í miðlunum. Sangir sum ‘Summar Nætur’, ‘Leið 400’ og ‘Kom Heim við mær’ vera heilt sikkurt at hoyra, tá hann saman við bólki sínum, stígur á pall í Sørvági

Við sær á pall hevur hann:

  • Meistaran á fílabeinstangentunum, Kristian Pauli Ellefsen
  • Trummuskins kommandørin, Hjørtur Pætursson Háberg
  • Bass keisaran, Karl Andrias Stórá

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”