Í tíðindaskrivi frá Fiskirannsóknarstovuni verður mælt til munandi niðurskurð í fiskiskapinum kring Føroyar.
Við støði í §22 Stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap og í tráð við tilmælini frá ICES fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa undir Føroyum 2005/2006 mælir Fiskirannsóknarstovan til:
1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemma-trolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) í 2005/2006 verður minkað við 30%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%.
2. At serliga toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir 500 Hk (Bólkur 1) verður tikin av.
3. At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiski árinum 2005/2006 verður minkað við 15%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 %.
4. At dagatalið á Føroyabanka verður minkað niður á árliga støðið í 1996-2002.
5.At serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føryabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram.
Fiskirannsóknarstovan




