Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mælir til meistaraútbúgving í Føroyum

Helgi Abrahamsen

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, mælir til, at nú ein nýggj byggireglugerð verður gjørd, so eiga krøvini samstundis at verða herd fyri “standard og trygd” innanfyri byggivinnuna.

“Meistaraútbúgving eigur at vera krav, tá fyritøka bjóðar seg fram á marknaðinum. Hetta eigur at vera partur av nýggju lóggávuni innan bygging, soleiðis at tann sum byggir, fær enn betri trygd fyri, at bygt verður sambært reglunum”, segði Magnus Magnussen við Kringvarpið í farnu viku.

Munur á um tú arbeiðir fyri onnur ella fyri teg sjálvan

“Um onkur ynskir at byggja síni egnu hús, skulu tey sjálvandi hava rætt til tað undir egnari ábyrgd,” sigur Magnus Magnussen. “Men tá ein fyritøka byggir fyri ein kunda, eigur kundin at fáa vissu fyri, at handverksmeistarin er løggildur. Ein løggilding skal kunna fáast við at taka eina meistaraútbúgving, umframt at hava viðkomandi royndir á økinum,” sigur hann.

Løggildingin skal sostatt vera eitt krav til handverksmeistarar, sum liva av at byggja fyri onnur.

Bæði í Noregi og í Íslandi er ein meistaraútbúgving (ella samsvarandi útbúgving) eitt krav fyri at bjóða seg fram sum handverksmeistara.