Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mærsk Oil sleppur ætlanum í Grønlandi

Helgi Abrahamsen

Mærsk Oil boðar nú frá, at felagið hevur slept øllum ætlanunum um at borða eftir olju útfyri grønlendsku vesturstrondini. Loyvini hjá felagnum at borða eftir olju verða tí latin aftur til grønlendska Sjálvstýrið, tá tey ganga út á nýggjárinum.

Saman við Mærst Oil hava trý onnur oljufeløg valt at latið oljuloyvini við Grønland innaftur.

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace fegnast um boðini.

“Tað eru einastandandi góð tíðindi, at nøkur av heimsins størstu oljufeløgum hava steðgað fyrilitsleysu og hættisligu ætlanunum um at borða eftir olju í Vesturgrønlandi,” sigur Sune Scheller, ætlanarleiðari hjá Greenpeace í Danmark. “Tað fer at tryggja akrtiska umhvørvið móti vandanum fyri oljulekum í viðkvomum økjum, nakað sum annars kundi fingið vanlukkuligar avleiðingar,” sigur hann.

Tað er prísgongdin á oljumarknaðinum sum er orsøk til, at Mærsk Oil hevur valt at sleppa ætlanunum við Vesturgrønland.