Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MAF Mission Aviation Fellowship í Betesda mikukvøldið

Jóhann Lützen

Klaksvíkingurin Andrias Hansen fer mikukvøldið kl. 20 at siga frá ætlanum sínum at fara í fulltíðar tænastu, og kunnað verður eisini um virksemið hjá MAF Mission Aviation Fellowship.

 
 
 
MAF Mission Aviation Fellowship veitir flutningstænastur til m.a. trúboðanarfelagsskapir kring heimin, og í løtuni er Andrias Hansen í ferð við at fyrireika seg at vera útsendur sum pilotur fyri felagsskapin.
 
Andrias er í løtuni instruktørur hjá MAF og skal á bílbiuskúla í vár. Væntandi verður hann í Afrika seinni í 2025. Hann er heima í løtuni, og fram til jóla er ætlanin at vitja samkomur kring Føroyar.
 
Andrias er sonur Lindu og Jørund Hansen úr Klaksvík, sum vóru í fulltíðartænastu fyri Harran í Grønlandi frá 1990 til 2010.
 
Vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20

Harleyfacadeacryl