Skotska songkvinnan Maggie Reilly, sum spældi á Summar Festivalinum í fjør, hevur ikki gloymt sína ferð til Føroya
Songkvinnan Maggie Reilly gjørdist heimskend, tá ið hon sang hittið hjá Mike Oldfield, Moonlight Shadow. Í fjør var Maggie Reilly á Summar Festivalinum og framførdi hendan sangin og aðrar, og henni dámdi sera væl í Føroyum.
Nú um dagarnar kom ein heilsan sendandi frá Maggie Reilly.
– Eg hugdi eftir landsdystinum millum Føroyar og Skotland, og eg kom at hugsa um Summar Festivalin. Vit høvdu eina fantastiska góða ferð til Føroya, og eg vóni, at tit fáa ein góðan festival aftur í ár. Vónandi kann eg koma aftur at vitja tykkum einaferð, skrivar Maggie Reilly í sínari heilsan.




