Servicustøðin hjá Magn í Klaksvík hevur í samarbeiði við Kjølur betra um umstøðurnar hjá viðskiftafólki, at vaska bil uttanfyri støðina ókeypis.
Umframt góðar vaskiumstøður uttanfyri, eru viðkomandi tilboð á støðini, um sápu og annað, ið skal til eitt bilvask.
Leiðarin á støðini Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fegnast um broyttu umstøðurnar og bjóðar øllum á Magnstøðina at royna nýggju umstøðurnar.




