Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne Hoseth: Møguligt at ein-tveir leikarar verða útleigaðir

Jákup Ósá

Nógvir lokalir ungir leikarar hava roynt seg í venjingardystunum hjá KÍ.

KÍ hevði í fjør flestar leikarar á U19-landsliðnum, men hesir leikarar vóru eisini langt frá spælitíð á besta liðnum hjá KÍ, sum síðstu árini nærum ikki hevur havt pláss til nógva spælitíð til nýggjar ungar leikarar. KÍ hevur síðstu árini valt ikki at útleiga ungu lokalu leikararnar, við undantaki av Aksel B. Danielsen í 2018 og 2019, men heldur havt teir í felagnum, har teir hava vant við besta liðnum og spælt við næstbesta liðnum.

Tað eru deildar meiningar um, hvat mennir ungar leiklarar betri. At venja til dagligt í einum høgum ítróttarligum umhvørvi, men uttan spælitíð, ella at leikarar fara til lið í lægra endanum, men fáa nógva spælitíð. Síðstu árini hevur KÍ valt tað fyrra, men nú er líkt til, at KÍ í 2023 fer at velja tað seinna í avísan mun.

Ein orsøk til, at so lutfalsliga nógvir ungir lokalir leikarar hjá KÍ hava spælt í venjingardystunum í mun til undanfarnu ár er tí, at venjarin hevur ynskt at síggja teir og gera eina meting av, hvørs teir skulu verða í KÍ og fáa spælitíð ella blíva útleigaðir til lið í bestu deildini fyri at fáa royndir á hægsta stigi heldur enn at spæla í næstbestu deildini.

– Vit skulu meta um, hvørs vit skulu leiga onkrar av teimum út. Tað hava verið nógvir fyrispurningar um leikarar. Tað kann verða ein týdningarmikil menning fyri hesar ungu leikararnar. Tí í 1.deild eru tvey ella trý lið góð og so er restin ikki góð nokk til, at hesir ungu leikararnir kunnu menna seg. Leikarar sum Tóki á Lógv, Silas Gaard og Jóhan Josephsen, sum eru sera spennandi leikarar. Kanska Símun Kalsø eisini. Tað eru ungir leikarar sum hava gott av at fáa royndir av at spæla á einum liði í bestu deildini. Tað er ein møguleiki og vit koma at útleiga ein ella tveir leikarar fyri at teir skulu fáa neyðugu royndirnar. So kunnu teir koma aftur og styrkja KÍ næsta ár ella kanska longu í summar, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.

Jóhan Josephsen, Silas Gaard og Tóki á Lógv hava allir verið millum málskjúttarnar hjá KÍ í venjingardystunum í 2023.