Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne Hoseth til samrøðu í Lyngby

Jákup Ósá

Møguleikin økist fyri, at Magne Hoseth verður nýggjur venjari í Superliguni.

Í dag fer KÍ-venjarin, Magne Hoseth, til samrøðu í Lyngby skriva danskir miðlar sum m.a. Ekstrablaðið. Bold.dk skrivar, at samband hevur verið millum partarnar gjøgnum vikuskiftið. Men hann er ikki einasti venjarin, sum er uppá tal, tí Ekstrablaðið skrivar, at ein annar venjari var til samrøðu mánadagin. Enn er tað ikki komið hartil, at Lyngby hevur bjóða sáttmála. 

KÍ hevur hvørjaferð Magne hevur verið settur í samband við onnur feløg sagt, at felagið ongan fyrispurning hevur fingið og arbeiðir ímóti, at hann verður venjari í 2024. Sambært okkara upplýsingum frá KÍ í fjør hevur hann ikki nakra sertreyt (klausul) í sáttmálanum og tí skulu eisini samráðingar til millum KÍ og Lyngby, um Lyngby ætlar at keypa hann leysan. 

Magne Hoseth skuldi sambært útlendskum miðlum koma til Klaksvíkar sunnudagin, men er sambært okkara upplýsingum ikki komin til landið enn. 

 

Annars skrivar norskir miðlar, at venjarin hjá Start nú er givin í felagnum. Har hevur Magne verið settur í samband við fleiri ferðir síðstu mánaðirnar. Har hevur ein eisini lisið um, at ein møguleiki er, at íleggjarar frá USA koma uppí at styrkja felagið fíggjarliga. 

Harleyfacadeacryl