Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne kennir væl Jonatan – Rói er givin í KÍ

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur spurt høvuðsvenjaran, hví ein nýggjur málverji er komin inn og hvat eyðkennir svenska málverjan.

31 ára gamli Nils Jonatan Johansson hevði í kvøld sína fyrstu venjing í KÍ . Eftir venjingina spurdu vit venjaran, hví hann hevur valt at fáa ein royndan málverja afturat í hópin. Magne sigur, at tíverri gjørdi skaðastøðan hjá Róa M. Hentze, at hann er givin í KÍ. Tá so ein møguleiki kom at fáa ein góðan málverja, sum Magne kennir, so tók hann av.

– Hann er javnt góður til tað mesta. Hann røkkur væl í brotssteiginum og er góður í umklæðingarrúminum. Hann er ein professionell typa. Hann kemur at bjóða Markus O. Pettersen av. Tað ger, at vit fáa eitt meir kappingarført umhvørvið, har Markus, Jonatan og Hannis Matras allir blíva betri.

– Vit hava spælt saman í Notodden í 2016-2017, so eg kenni hann væl. Tá vit vóru í Kristianssund so royndu vit eftir honum, men tað bleiv av ongum, tí vit høvdu tríggjar málverjar, sum høvdu sáttmála. Hann var opin fyri at royna eitt ævintýr, og tá passar væl at koma til Føroyar.

– Har hann hevur verið, so hevur hann ongantíð fingið álit sum fyrsti málverji. Tí segði hann, at nokk var nokk. Og tí hevur hann síðani 1. januar spælt amatørfótbólt. Men tá hann hevur vant við Geza eina tið, so verður tað rættiliga gott. Sum útgangsstøði er Markus fyrsti málverji, men sum á øllum øðrum plássum, so er kapping um plássini, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.

Harleywoodpaint