Magni Arge, fólkatingsmaður, vil hava danska uttanríkisráðharran at greiða frá sínari hugsan um at Silas Olofson er vístur út úr Turkalandi fyri lívið.
Fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi vil vita, um danski uttanríkisráðharrin hevur fingið frágreiðing um, hví Silas Olofson er útvístur fyri lívið úr Turkalandi, og um frágreiðingin elvir til at danska stjórnin tekur nøkur stig í hesum sambandi.
– Mær kunnugt hevur Silas Olofson virka í einum kristnum umhvørvi og tikið lut í hjálpararbeiði. Tað undrar stórliga, at ein føroyingur, sum eftir okkara upplýsingum onki ólógligt hevur gjørt í Turkalandi, skal setast í ein fangakliva fyri síðan at vera blakaður av landinum uttan nærri frágreiðing. Hetta er eitt mál fyri ríkismyndugleikan, tí sum føroyingur er Silas Olofson danskur ríkisorgari. Tí haldi eg tað vera uppá sítt pláss, at danskir myndugleikar upplýsa, hvat teir halda um málið, og um nøkur stig verða tikin, sigur Magni Arge.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Hvis Udenrigsministeriet har modtaget en forklaring på, hvorfor Tyrkiet i tirsdags udviste den danske statsborger Silas Olofson bosiddende på Færøerne for livstid, giver forklaringen så udenrigsministeren anledning til at tage noget initiativ over for Tyrkiet i denne sammenhæng?
Grundgeving:
Silas Olofson, bosiddende på Færøerne, har i fire år arbejdet som præst for en kristen menighed i Tyrkiet og deltaget i frivilligt hjælpearbejde blandt kurdere og flygtninge. Han blev i mandags tilbageholdt i lufthavnen i Istanbul, hvor det tyrkiske politi afhørte ham om hans virke i Tyrkiet i tre timer, hvorefter de isolerede ham i en celle i et døgn. Han blev derefter udvist fra Tyrkiet for livstid “due to security” og sat på et fly til København, hvor han blev modtaget af det danske politi.




