Mikudagin 6 desembur signerar Absalon Absalonsen nýggju bók sína, Jóan Petur hjá Mouritsi, í Miðlon frá kl 16 til kl 18. Bókin er um rokskiparan úr Vági, sum livdi í árunum 1894-1963 og tískil upplivdi alla slupptíðuna. Bókin er 383 blaðsíður og kostar 360 krónur. Hon er til sølu í Miðlon á stóru kristiligu bóksøluna, sum er opin alla vikuna.
Dagin eftir, hósdagin, kemur Magni Christiansen at syngja løg úr nýggju fløguni, við Vegin. Tónleikurin er innspældur í Nashville. Allar fløgurnar hjá Magna hevur verið væl umtøktar í Føroyum, men nógv eru tey sum meina at hendan er tann besta fløgan hjá kvívíkinginum. Magni Christiansen kemur at syngja kl 13-14 og fer síðan at signera fløgur fram til kl 15.
Tiltøkini eru í samband við at Asia-toymið hjá Heimamissiónini skipar fyri stórari bóka- og fløgusølu á Torginum í Miðlon. Har kann ein velja millum umleið 300 ymiskar føroyskur bókum og umleið 50 ymiskar fløgur og bond – hetta er alt tað kristiliga tilfar, sum er útkomið á føroyskum, og sum Toymið hevur megna at fingið hendur á.
Nógv av tilfarinum verður selt fyri niðursettan prís – t.d. kann nevnast at 100 ymsar bøkur verða seldar fyri undir 50 krónur hvør.




