Hendrik Egholm, stjóri á Magn sigur, at skaðin á Magnstøðina í Klaksvík er sera stórur. Í løtuni arbeiða vit við at fáa pumpurnar at virka aftur. Tað verður helst ídag ella ímorgin, at vit kunnu røkja kundar okkara aftur tá talan er um bensin og diesel til bilar.
Eg rokni við, at ein søluvognur, sum vit hava biðið um, verður tøkur á økinum mánadagin, soleiðis at keypast kann við kortum aftur og eitt úrval av vørum eisini verður tøkt í vogninum.
Tá tað kemur til støðina sjálva, so arbeiða vit av kraft at fáa okkurt byggivirki at gera nýtt tak á støðina. Hvat víðari fer at henda, er ikki heilt greitt í løtuni, tí har eru vit í samráðingum við tryggingina um, hvat er best at gera. Men vit øll, sum varða av Magnstøðini rokna við, at tað fer illa at bera til at lappa uppá nakað, tí støðin hevur fingið ógvusligan vatnskaða, sum helst er komin millum skins og hold eisini.
Tí verður tað allarhelst ein spildurnýggj Magnstøð, tit fara at síggja í Klaksvík, stendur tað til okkara, sigur Hendrik Egholm.
Eg haldi at tilbúgvingin í Klaksvík hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Eg havi ringt til Finn Hansen, sløkkiliðsleiðara og takka honum fyri fyrimyndarliga arbeiði teir hava gjørt í storminum. Tað er heilt víst, at hasi fólkini gera eitt gott fyribyrgjandi arbeiði tá illa vil til. Um so var, at ongin tók hond um slíkt, so tori eg illa at hugsa fylgjurnar tað kundi fingið fyri alt umhvørvið, í hesum føri kring Magnstøðina, leggur Hendrik Egholm, stjóri á Magn afturat.




