Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Andreassen nr. 2

Norðlýsið

Í bogaskjótikapping í Hillerød, vísti ungi envaríki Magnus Andreassen úr Ørvi, sera góð evni.

Í samband við eina kapping í Hillerød, Danmark, sum eitur Frederiksborg Pokalen, luttóku eisini føroyingar. Tað eru 40 ár síðan hevda kapping var fyrstu ferð. Við í kappingini vóru íalt 130 luttakarir, bæði yngri og eldri. Tey vaksnu skutu 18 metur og tey yngru 12 metur innleiðandi og síðan finalur.

Finaluskjótingin varð skipað soleiðis, at 16 teir bestu skjúttarnir tvørtur um allar bólkar við samabogaslagi á somu frástøðu skutu saman. Fyri vaksin varð býtt í menn og kvinnur, og hjá teimum yngru vóru bólkarnir blandaðir. Hvør dystur var 12 pílar.

Kappingin var samstundis seinasta kapping hjá dønum til úttøku til HM innandura í Turkalandi í mars mánað. So flestu av teimum bestu donsku skjúttunum luttóku.

Bogaskjótideildin hevði sent tveir ungar skjúttar at luttaka í kadet bólkinum, tað er bólkurin upp til og við 16 ár. Magnus Andreassen úr Ørvi luttók í compound bólkinum, og Bogi Andreasen úr Vágaskot luttóku í recurve bólkinum. Í bólkunum hjá teimum vóru ávikavist 8 og 14 luttakarir.

Ein annar føroyingur búsitandi í Danmark, Kristian Niclasen, luttók eisini, men fyri felag í Glostrup. Hann var í recurve bólki 3 fyri vaksin.


Kristian Niclasen, Glostrup, skeyt innleiðandi 480 stig. Hann bleiv nr. 4 í sínum bólki, men megnaði ikki at koma víðari til finaluumførini.

Bogi Andreasen, Vágaskot, skeyt innleiðandi 476 stig. Hann bleiv nr. 7 í sínum bólki og var millum teir 16, sum fóru víðari. Men her tapti hann sín dyst 90-110 og bleiv sostatt sligin út úr kappingini.


Stórt úrslit
Magnus Andreassen, Ørvur, skeyt sum ein brandur í innleiðandi umfarinum, har hann setti persónligt met við 572 stigum og bleiv nr. 2. Nr. 1 hevði 583 stig og nr. 3 hevði 570 stig. Magnus var væl fyri og skeyt sera javnt og gott alla kappingina.

Í ¼-finaluni møtti Magnus einum skjútta, sum innleiðandi hevði 20 stig minni. Hetta vísti seg eisini at gera munin. Magnus vann dystin 114-109.

Í ½-finaluni møtti Magnus einum skjútta, sum vit í kappingum hava sæð fleiri ferðir, hesin bleiv nr. 3 innleiðandi. Magnus legði hart út og førdi 29-27 eftir fyrsta umfar, hini umførini vóru 29-29, 29-27 og 29-28, dysturin endaði 116-111 til Magnus. Her skal sigast, at 30 stig er tað mesta, mann kann fáa í hvørjum umfari.

Í finaluni møtti Magnus skjúttanum, sum innleiðandi varð nr. 1, og skuldi tað vísa seg at blíva ein sera javnur og spennandi dystur, har teir báðir skiftist um at vera fremstir líka til seinasta píl. Umførini vóru hesi 29-29, 28-29, 29-27 og 27-30, dysturin endaði við 114-115 og bleiv Magnus Andreassen nr. 2 í kappingini

Úrslitini hjá Magnus, sum enn bert er 14 ára gamal, eru at meta sum sera góð. Fyri sítt avrik í innleiðandi kappingini fekk hann steyp til ognar. Í finaluni var tað bert nr. 1, sum fekk steyp – Frederiksborg Pokalen 2007.

Bogaskjótideildin takkar Eik Banka fyri stuðulin í samband við kappingina.