– Klaksvíkar Handilsfelag er eitt felag við framtaksfýsnum limum, sigur Magnus Arge, sum á seinasta aðalfundinum varð valdur til formann.
Klaksvíkar Handilsfelag hevði aðalfund fyri fjúrtan døgum síðan og tá var nýggj nevnd vald.
Magnus Arge, formaður
Søren Z. Jacobsen, næstformaður
Bjørghild Magnusson, skrivari
Tanja Petersen, nevndarlimur
Alis Eliasen, nevndarlimur
Aðalfundurin
Tað eru umleið 60 limir í Klaksvíkar Handilsfelag og umleið triðingurin møtti til aðalfundin.
Á fundinum kom fram at limirnir eru sera væl nøgdir við virksemið hjá felagnum har stórur dentur hevur verið lagdur á at profilera limirnar og býin.
Tosað var um at skipað fyri skeiðum fyri limirnar sum eru viðkomandi fyri handilslívið í býnum.
Spennandi uppgáva
Nýggi formaðurin heldur tað vera ein spennandi uppgáva at stjórna handilsfelagnum.
– Eg er glaður um at vera partur av arbeiðinum at menna og porfilera Klaksvíkina sum ein spennandi handilsbý.
– Serliga eisini tí at eg veit at vit hava sera framtakshugaðar limir í felagnum.
– Handilslívið í Klaksvík hevur fingið gott skotsmál frá fólki aðrastaðir frá. Baðir úrvalið av vørum og tað at handilsfólkini eru blíð, hjálpsom og fyrikomandi.
Tunnilsgjaldið ein forðan
Formaðurin í handilsfelagnum sigur at nú skjótt eitt ár er farið síðan Norðoyatunnilin lat upp, ber til at meta um gongdina.
– Tann 29. apríl er eitt ár síðan Norðoyatunnilin lat upp og tá ber til at meta um hvussu hevur gingist.
– Vit kunnu í hvussu so er staðfesta at tað dagliga eru frammandafólk í býnum sum støkka inn á gólvið í handlinum og tá ókeypis er at koyra er rættuliga nógv at gera í handlunum.
– Men tað fara sjálvandi eisini fólk av bygdini, men samanumtikið ivist eg ikki í at vit selja meira í dag enn vit gjørdu undan tunnlinum.
– Tunnilsgjaldið er tó ein stór forðan tí um tað ikki var so høvdu vit óivað sæð fleiri fremmandafólk dagliga.
– Men nú ein eftirmeting verður gjørd kunnu vit vóna at teir sum stjórna tunnlinum fara at endurskoða prísásetingina.




