Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Joensen sølumaður hjá Shell

(Hannefía Joensen)

Magnus Joensen, sum í 10 ár hevur verið sølumaður hjá Kjølbro Heilsølu – har tey síðstu árini sum søluleiðari, er nú blivin sølumaður hjá Shell.

Magnus kemur fyrst og fremst at taka sær av sethúsa-kundum í norðara parti av Føroyum, men hann kemur eisini at røkja virkir og aðrar kundar í sama øki. Magnus er sera spentir uppá hesa avbjóðing. Tað var ikki tí at ikki treivst á Kjølbro Heilsølu. Tað var, og er eitt fantastiskt arbeiðspláss, men tá man hevur verið í sama starvið í gott 10 ár, so er mark fyri hvat meira man kann geva fyritøkuni. Eg ynski Kjølbro Heilsølu alt tað besta framyvir, men hetta er so heilt eitt annað starv. Shell er ein dynamisk og spennandi fyritøka, og gleði eg meg til at koma í gongd við hesa avbjóðing. Magnus og Niclas Heri hava arbeitt saman í fleiri ár á Kjølbro Heilsølu, og kennast teir sera væl. Vit eru væl upplærdir av sølu-meistarum sjálvum – Bigga, og er Magnus í dag ein super-seljari, tí eru vit sera glaðir fyri at hava hann sum sølumann hjá okkum, sigur Niclas Heri, við einum stórum smíli til endans.