Mest vinnandi felagið í kappróðri síðstu árini hevur sett venjara fyri 2024.
KRF skrivar:
MAGNUS VENJARI 2024
– Magnus hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, og vit fegnast um, at hann tekur eitt tørn afturat. Árið 2023 hevur verið sera, sera hendingaríkt og ítróttarligu avrikini hava ongantíð verði betur enn tað sama í felagnum. So nú fara vit við góðum treystið undir venjingina til kappróðrarárið 2024.
Venjingin til FM-kappingina hjá vaksnum byrjar 15. januar. Barnamanningar byrja 15. mars.
Til ber at kappast í hesum bólkum:
5-mannafør gentur, barnaróður (árg. 2010-2012)
5-mannafør gentur, U16 (árg. 2008-2009)
5-mannafør gentur, U18 (árg. 2006-2007)
5-mannafør kvinnur
6-mannafør kvinnur
5-mannafør dreingir, barnaróður (árg. 2010-2012)
5-mannafør dreingir, U16 (árg. 2008-2009)
5-mannafør, dreingir, U18 (árg. 2006-2007)
6-mannafør menn
8-mannafør menn
10-mannafør menn
Koyr á KRF️ 2024



