Eg eri 59 ára gamal, eri lambamaður og búgvi eisini í Lamba. Eri útbúgvin lærari og havi 20 ára starvsroyndir í fólkaskúlanum. Eri bóndi og havi eisini roynt seg sum alara og fiskasølumann.
Politiskar royndir
- Átta ár í Runavíkar býráð, harav sjey av árunum sum borgarstjóri.
- Valdur løgtingsmaður í 2015 og afurvaldur í 2019
- Landsstýrismaður síðani august í 2021
Hví stilli eg upp?
Fólkatingsumboðanin er týdningarmikil og fólkatingsarbeiðið er eisini neyðugt, og er við til at tryggja okkum føroyingum ávirkan á mál, sum hava stóran týdning fyri Føroyar, serliga ikki yvirtikin mál ella felagsmál
Eg sat eitt stutt skifti á Fólkatingi fyri Edmund Joensen á heysti 2020. Tá fekk eg møguleikan at royna meg og fann skjótt út av, at eg hevði stóran áhuga fyri hesum arbeiði.
Um eg verði valdur 31. oktober, so taki sæti í Fólkatinginum beinanvegin.
Eg vil meina, at eg kann við mínum drúgvu politisku royndum og góða innliti vera við til at halda fram við tí konstruktiva og semjusøkjandi samstarvi, sum altíð hevur eyðkent sambandsumboðan á Fólkatingi.
Politisk mál at arbeiða við
• At dagføra og menna Ríkisfelagsskapin
• At beina av vegnum markaforðingar millum londini
• At fáa vitan, innlit og ávirkan á uttanríkis- og verjumál og ikki minst Arktis
• At virka fyri betri marknaðaratgongd í ES og aðrar altjóða marknaðir
• At samstarva við allar partar í Fólkatinginum – konstruktivt og semjusøkjandi
Ein atkvøða til Sambandsflokkin – hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið




