Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Malena bjargaði KÍ kvinnum tað eina stigið

Oliver Joensen

Tað var um reppið at KÍ kvinnurnar mistu trý stig ídag. Málrevurin Malena fekk í evstu minuttunum bjargað KÍ kvinnunum annað stigið.

2-2 var endaliga úrslitið av dystinum ímillum KÍ kvinnurnar og ÍF/Víking á Djúpumýru ídag. Ikki tíð, úrslitið sigur ikki neyvt um gongdina í spælinum, tí tað var KÍ, sum fyri størsta partin av dystinum var í álopi og trýsti ÍF/Víking oman ímóti egnum máli. Men sigast má, at verjan hjá ÍF/Víkingi stóð stinn og harafturat vildi bólturin inni inn, tá KÍ álopini skolaðu oman ímóti ÍF/Víkingamálinum.

Rós til ÍF/Víking fyri gott verjuspæl. KÍ kvinnurnar høvdu ikki sín besta dag, serliga bitu vit merki í nógvar óneyvar avleveringar.