Áki Mørk er venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum.
Neistin hevur seinastu tvey árini bygt upp av nýggjum eftir, at teir frammanundan høvdu eitt sterkt lið við nógvum leikarum uttanífrá. Áki Mørk var venjari í fjør og tað er hann aftur komandi ár.
– Vit hava so at siga sama liðið sum í fjør. Tað er eitt sindur ivasamt, hvussu verður við strikuspælaranum Jugoslav Djumic. Hann hevur hvørt ár fleiri onnur tilboð, men vit rokna við at hann spælir við okkum. Harafturat hevur Neistin sett Zeljko Jotic, sum í fjør var hjá KÍF, sum málmansvenjara í felagnum. Vit hava hugt eftir onkrum møguleikum til styrk. Eitt nú kundu vit gjarna hugsa okkum Sámal á Tjaldrafløtti Olsen hjá Team Klaksvík. Men vit fara ikki til Team Klaksvík at keypa hann burtur har frá, tí vit vilja gjarna hava Team Klaksvík í bestu deildini og at teir hava so góðar umstøður sum møguligt. Síðani kanna vit møguleikar, um onkrir leikarar ”leypa av” í øðrum feløgum, sigur Áki Mørk.
Hann greiðir soleiðis frá málsetningum komandi ár.
– Vit kunnu ikki blíva við at tosa um at byggja upp og hava ungt lið. Jú okkara lið hevur ein ungan miðalaldur, men nú hava vit spælt á hesum støðinum í fleiri ár. Tvey tey seinastu árini hava vit fingið 17 stig og málið er í øllum førum at fáa meir enn tað, sigur Áki Mørk.




