Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið um órudd á umskipanarplássið hjá Norðhús óloyst

John William Joensen

Byggifelagið Norðhús er ikki til longur og framvegis er misnøgd millum borgarar á Norðoyri um órudd á ”umskipanarplássinum” sum byggifelagið brúkti á Norðoyri.

Byggifelagið Norðhús er ikki til longur og framvegis er misnøgd millum borgarar á Norðoyri um órudd á ”umskipanarplássinum” sum byggifelagið brúkti á Norðoyri.

Norðlýsið hevur fingið innlit í part av samskiftinum sum gongur aftur til 2009 har byggifyritøkan ferð eftir ferð far áheitanir og boð frá Klaksvíkar kommunu um at rudda, ikki einans á Norðoyri men eisini á øðrum støðum kring um í kommununi.

Meira verður at lesa um málið í blaðnum fríggjadagin.

Karl Jakob Ósa, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu sigur at teir eftir at Norðlýsið bað um innlit í málið hava verið á staðnum og staðfest at órudd framvegis liggur á plássinum og tí fer kommunan at seta seg í samband við nýggja eigaran, og so verður málið tikið har frá.

Sambært skjala innlitinum framgongur at málið hevur eisini verið til viðgerar á Umhvørvisstovuni uttan at tað hevur leitt til nakra uppgerð.

So seint sum 28.februar í ár, staðfestir borgarstjórin, sum er formaður í staðbundnu nevndini fyri Norðoyrar, á fundi í nevndini, at óruddið hevur gjørt skaða á sethús!  

Harleyfacadeacryl