sigur forkvinnan í sosialunevnd, Elsebeth G. Hansen, sum leggur afturat at avgerðin at flyta frítíðarskúlan út í Virkishúsið varð tikin fyri at fríðtíðarskúlanum kundi verða lív lagað
Týskvøldið skrivaðu foreldur at børnum í frítíðarskúlanum "Sodnhúsið" eitt mótmælisskriv til býráðið og brævið varð handað forkvinnuni í sosialunevnd, Elsebeth G. Hansen. Hon sigur at sosialanevnd hevur ikki havt stundir til at viðgjørt kæruna, men hon skilir væl foreldrini og sjálvandi fer nevndin at seta tíð av til at viðgerða mótmælið frá foreldrunum.
Stríddust fyri at varðveita frítíðarskúlan.
– Sum støðan er í løtuni kann eg ikki lovað nakað sum helst og fyri at siga sum er so er avgerðin tikin! Støðan er bara einaferð so at vit eru noydd at finna sparingar á øllum økjum.
– Býráði hevði fyrst eina spari rundu í heyst og nú inntøkurnar hjá kommununi minkaðu fyrsta ársfjóðringin í árinum varð neyðugt at fremja fleiri sparingar og sjálvandi merkist hetta allastaðni í skipanini.
– Sum dømi kann nevnast at tekniska- og havnanevndin spardu umleið 1,8 mill. kr. og á økinum hjá sosialunevnd vóru spardar góðar 800.000 kr.
– Nógv mál vóru uppi at venda og m.a. var skotið upp at stongja stovnar sum, sum ikki beinleiðis vóru eitt lógarkrav.
– Ætlanin var tí at stongja frítíðarskúlan og hevði hetta verið ein sparing fyri kommununa uppá umleið 1,4 mill. kr. um gjaldið frá foreldrum verður mótroknað. Men eftir drúgvar samráðingar millum samgongulimirnar varð avgjørt at varðveita hetta tilboðið – tí mett var at tað fór at koma illa við hjá nógvum foreldrum um vit tóku hetta tilboðið burtur.
– Sjálv stríddist eg sum úlvur á skóg fyri at varðveita stovnin og at enda vóru vit noydd at ganga við til eina sparing uppá góðar 300.000 krónur og tí varð avgjørt at flyta stovnin út í Virkishúsið. Við hesi avgerð spara vit útreiðslur til viðlíkahald og rakstur og eg má viðganga at einasta orðsøkin til at vit avgjørdu at leggja stovnarnar undir somu lon er at spara pening.
– Eg vildi ynskt at kunna sagt at kommunan er væl fyri – men soleiðis er veruleikin ikki í løtuni og tí mugu vit spara pening allastaðir.
Hava umrøtt ymiskar møguleikar
Forkvinnan í sosialu nevnd sigur at tá samgongan endurskoðaði fíggjarætlanina vóru nógv mál upp at venda og í samband við Sodnhúsið vóru fleiri møguleikar umrøddir.
– M.a. umrøddu vit møguleikan at hækka gjaldið fyri at brúka stovnin, men um hetta skuldi muna so hevði verið neyðugt at hækka gjaldið fleiri hundrað krónur og tað hildu vit ikki verða ráðiligt sum tíðirnar eru í løtuni.
– Tað er ikki heilt rætt tá ført verður fram at stovnleiðarar ikki eru kunnaðir – tí teir hava verið kunnaðir um politisku ætlanirnar – men tað er rætt at teir eru ikki tiknir við uppá ráð. Tað er ein politisk avgerð at at fremja neyðugar sparingar. Eg má siga sum er at eg harmist saman við foreldrunum, men vit eru noydd at finna sparingar og tí varð avgerðin at leggja stovnarnar undir somu lon – neyðug.
– Tá tað er sagt havið eg tað álit á stovnsleiðarum og starvsfólkum at tey sjálvandi megnað at fáa tað besta burtur úr – so vit framhaldandi koma at hava vælvirkandi stovnar og vit skulu eisini hava í hugað at talan er um eina fyribilsloysn – tí um ikki so langa tíð flytur frítíðarskúlin niðan í gamla tekniska skúla.
– Tað hevur eisini verið ført fram at umstøðurnar kring Virkishúsið ikki eru nøktandi og her kann eg siga at vit fara at fremja ábøtur, sum tryggja trygdina hjá børnunum. Harafturat liggur í kortunum at fremja smávegis ábøtur á tvey spælipláss sum liggja umleið 100 metur frá Virkishúsinum, so eg ivist ikki í at vit fara framhaldandi at hava góðar umstøður til børnini sum brúka frítíðarskúlan.




