Eg havi tikið avgerð um at skjóta avgerðina hjá Fútarættinum í Horsen inn fyri Hægstarætt, sigur Helgi Larsen, sum er upphavsmaður til væl umtóku føroysku trollemmarnar
Helgi Larsen, sum gjørdist kendur, sum uppfinnari av serligu Injector trollemmunum, sigur, at tað vóru klaksvíkingar, ið hjálptu honum við at fáa lemmarnar inn á marknaðin.
– Í dag sita vit á grønlendska marknaðinum, hava 60% av íslendska marknaðinum og levera lemmar til øll tey størstu føroysku og norsku skipini.
– Men tá vit byrjaðu í 90-unum, var sera trupult at sleppa inn á marknaðin.
– Reiðarar og skiparar vóru ivingarsamir um lemmarnar og vanliga fatanin, var at teir høvdu lemmar, sum virkaðu væl, so hví royna nakað, ið teir ikki kendu til.
– Men so valdu teir umborð á Fiskakletti úr Klaksvík at gera eina roynd, og stutt eftir hetta tóku teir umborð á Skálabergi nakrar lemmar við í Barentshavið – eisini sum eina roynd.
– Síðani vaks eftirspurningurin, og í dag sita vit á størsta partinum av marknaðinum um okkara leiðir.
Fer til hægstarætt
Helgi Larsen sigur við Norðlýsið, at tað tók drúgva tíð at fáa patent uppá trollemmarnar.
– Fyrst skuldi søkjast um at fáa patent og tann umsóknin koyrdi meira enn eitt ár har kanningar vóru gjørdar av lemmunum og um nakað var sum líktist var á marknaðinum. Síðani var eitt langt tíðarskeið har virkir og einstaklingar høvdu høvi til at koma við viðmerkingum um patentið. Tá vit so endiliga fingu patentið útskrivað í Danmark, kundu vit so fara víðari og søkja um tað í øðrum londum.
– Sjálvur havi eg brúkt stóra orku og nógvar pengar uppá at útviklað lemmarnar, og tí er tað hugstoytt at onnur hótta við at taka rættindini til hetta, sum ein hevur arbeitt við í nógv ár.
– Stríðið um patentið hevur kravt stóra orku, og hóast eg ferð eftir ferð havi vónað, at málið fór at finna eina loys so heldur óvissan fram.
– Tí havi eg nú avgjørt at kæra dómin hjá býarrættinum í Horsens inn fyri Hægstarætt, og so er bara at vóna at málið so far ein enda.
Sambært heimasíðuni hjá ÚF er niðurstøðan hjá rættinum í Horsens, at peningastovnurin Eik hevur rætt til at gera úrtøku í patentinum upp á slakar fýra milliónir krónur, og at bankin nú eigur rættin til vinningin, sum lemmarnir geva. Haraftrat skal Helgi Larsen, sum eigur patentið, rindað allan sakarkostnaðin á 191.514 krónur.




