Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið viðvíkjandi Jógvan við Keldu sent til Ríkisadvokatin

John William Joensen

Mikudagin 7. desember skrivaðu vit at Kári Thomsen úr Havn hevði melda táverandi innlendismálaráðharran fyri handfaringina av útvísingini av Rajko og Sladianu Petrovic.

Fútin hevur havt ein mánað at avgreitt málið, og í dag sigur fútin at hon hevur avgjørt at senda málið til Ríkisadvokatin til støðutakan.
– Hett er vanlig mannagongd í slíkum málum, og meira kann eg ikki siga í løtuni, segið fútin í stuttari viðmerking.
Fútaskrivstovan hevur gjørt eina niðurstøðu í málinum men Fútin sigur við Norðlýsið at hon ikki kann upplýsa hvat hon hevur skrivað.
Jógvan við Keldu hevur enn einki fingið at vita frá fútanum um málið.
Hví fútin hevur valt at senda málið til støðutakan hjá Ríkisadvokatinum, sum annars plagar at virka sum klagu myndugleiki hjá fútanum í føroyum, er ilt at meta um, men kanska er orðsøkin tann at fútin metir seg verða innhabilan, tá fútaskrivstovan hevur tíðandi leiklut í útlendingamálum.

Meldaði ráðharran
Niðanfyri endurgeva vit brævið sum Kári Thomsen sendi løgregluni:


Undirritaði vil við hesum kunna um, at eg í kvøld havi meldað Jógvan við Keldu til løgregluna fyri ólógliga mannagongd í samband við útvísing av Rajko og Sladianu Petrovic.
Grundgevingin  fyri meldinum er, at fólkini ikki hava fingið allarminstu forhándskunning frá Innlendismálaráðnum, innan løgreglan møtir á staðnum í gjár við skrivligum boðum at tey eru útvíst.
Hetta stríðir  greitt móti øllum grundleggjandi mannarættindum og er eingin ivi,  at hetta er í grovari andsøgn við vanliga siðalæru og um hvussu fólk eiga at verða viðfarin á mannsømiligan hátt.
Eg havi samstundis melda løgregluna fyri ikki at hava fylgt eini mannagongd, ið eg eri vísur í teir skulu fylgja, nevniliga at eftirkanna um framferðarhátturin í útvísingini er fylgdur.
Hetta hevur  løgreglan opinbart ikki gjørt, og  hevur hon eftir bestu sannføring míni dummað seg út um øll mørk og framt ólogliga atgerð.
Kriminalløgreglan kemur at viðgera  málið í morgin kl. 8.00 og  vil eg eftir hetta kunna um niðurstøðuna.
Eg vil ikki sum føroyingur góðtaka,  at útlendingar verða viðfarnir sum hundar og ótýggi í landi okkara, og vil tí samstundis gera Løgmanni varugan við hesi viðuskifti og krevja at hann í stundini tekur stig til at taka aftur tað skriv Innlendismálaráðið hevur sent løgregluni um útvísing.
Eftir nærri kanning av málinum er komið fram, at Sladiana Petrovic søkti um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í september 2004, eftir at arbeiðspláss hennara í Sørvági fór av knóranum. Fiskavirking í Miðvági hevði brúk fyri henni og setti hana í starv eftir hetta.
Síðan hoyrdi Sladiana einki, fyrr enn hon og maðurin fingu politivitjan á miðjari nátt við teim boðum, at hon fekk ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hetta kann ikki skiljast annarleiðis, enn at útvísing var í umbúna.
Talan er um grundleggjandi etisk og moralsk virði, ið løgtingslimurin Jógvan við Keldu skúgvar til viks. Próvførðsla er sera trupul í slíkum málum, men eigur samfelagið og leiðsla tess fullkomiliga at vísa frá sær slíkan atburð, og staðfesta hetta við at koyra Jógvan við Keldu úr Løgtinginum.
Valbarið eigur at takast frá Jógvani, tá tign og heiður løgtingsmanna á  ongan hátt má koma niður á slíkt støði.

Vinarliga
Kári Thomsen
Sigmundargøta 10
Tórshavn