William McLeod, sum sjálvboðin heldur netini á fótbóltsvøllinum í góðum standi, er sera harmur um at tey regluliga vera fyri herverki
Tað er ikki ov nógv sagt at, netamaðurin hjá KÍ, William McLeod, var sera skuffaður tá hann í morgun fór oman at kannað málini á vøllinum á Djúpumýru.
Tað er næstan hvørja viku at eg má seta stórar bøtur á netini, og ímorgun var sjálv stál-ramman, sum heldur netinum, brotin.
Tað er sera hugstoytt at ungdómar gera seg inn á útgerðina sum er á vøllinum, tí tað er ikki løtuverk at bøta tey stóru netini, og tá so eisini verður lagt á sjálva stálrammuna, ja so kostar tað felagnum pening.




