Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mallorca og Barcelona í 2015

Tíðindaskriv

Næsta summar flýgur Atlantic Airways til Mallorca týsdagar tíðarskeiðið 2. juni til 25. august, og flogið verður til Barcelona mikudagar tíðarskeiðið 20. mai til 21. oktober

Næsta summar flýgur Atlantic Airways til Mallorca týsdagar tíðarskeiðið 2. juni til 25. august, og flogið verður til Barcelona mikudagar tíðarskeiðið 20. mai til 21. oktober

Atlantic Airways er í holt við at leggja seinastu hond á SÓL-ferðaætlanina næsta summar, tá ið flogið verður til Mallorca og Barcelona eina ferð um vikuna.

Tíðarskeiðið 2. juni til 25. august verður eftir ætlan flogið til Mallorca hvønn týsdag, og Barcelona verður í ferðaætlanini hvønn mikudag í tíðarskeiðnum 20. mai til 21. oktober. Bíligastu ferðirnar í SÓL-ferðaætlanini fáast fyri 3.195 krónur, um keypt verður á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Tá eru øll avgjøld og avgreiðslugjøld íroknað.

SÓL-ferðaætlanin er ein fastur partur av nýggju strategiini hjá flogfelagnum, sum var almannakunngjørd fyrr í summar. Øll menningin í Atlantic Airways tekur støði í nærøkinum, og tað er ein týðandi leiklutur hjá felagnum at flúgva føroyingar beinleiðis til sól og summar.