Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málmans venjingarlega í Klaksvík

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið fer heimskendi málmans venjarin Maarten Arts, at skipa fyri málmans-venjingarlegu í Klaksvík.

Um vikuskiftið fer heimskendi málmansvenjarin Maarten Arts, at skipa fyri málmans-venjingarlegu í Klaksvík.

Maarten Arts hevur arbeitt sum málmansvenjari í nógv ár í fremstu hollendsku deildini, umframt at hann hevur vant onnur lið og hevur skipað fyri skeiðum og venjingarlegur fyri málmenn um allan heimin. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving (UEFA-A) og er útbúgvin ítróttarlærari. Hann er eisini kendur fyri at hava skriva fleiri bøkur og hevur útgivið fleiri DVD’ir um málmansvenjing.

Í Klaksvík fer Maarten Arts, umframt at hava 6 venjingar á Djúpumýru, at hava tveir almennar fyrilestrar í deildini hjá Eik. Leygardagin klokkan 17 fer hann at tosa um hvat Pro Goal er fyri nakað og um hvussu hann velur at skipa sínar venjingar. Hann hevur nøkur eitt sindur ørvísi sjónarmið uppá plasering og annað í samband við málmannspælið, í mun til tað vit eru von við at síggja og hoyra um. Eisini tosar hann eitt sindur um hvussu málmannsvenjing kann leggjast til rættis í feløgunum, tá talan er um børn og vaksin. Hvat og hvussu venja vit í pre-season, ímeðan kappingin er í gongd og hvat venja vit í off-season.

Fyrilesturin sunnudagin er um deyðbóltstøður, hvussu skipa vit okkum í deyðbóltstøðum og dystar analysa. Venjingardysturin sum verður ímillum KÍ og B68 leygardagin verður brúktur sum dømið.

Skráin fyri vikuskifti er annars hendan:

Fríggjadagur 7 Mars

11.00- 12.30 Venjing

13.00 – 14.00 Døgurði – á sjómannsskúlanum

15.00 – 16.30 Venjing

17.00 Døgurði

Leygardagin 8 Mars

09.30 – 11.00 Venjing

11.30 – 12.00 Døgurði

Klokkan 12.00 er venjingardystur KÍ-B68. Tankin er at luttakarnir síggja hendan dystin, taka notatir um teir hava hug til tað. Undir fyrilesturin sunnudagin um deyðbóltstøður og dystar analysu, fer Maarten at gjøgnumganga nakrar støður frá dystinum.

15.00 – 16.30 Venjing

16.30 – 17.00 Døgurði

17.00 – 18.30 Fyrilestur í Eik um Pro Goal – øll eru vælkomin.

Sunnudagin 9 Mars

9.30 – 11.00 Venjing

11.30 – 12.00 Døgurði

15.00 – 16.30 Venjing

16.30 – 17.00 Døgurði

17.00 – 18.30 Fyrilestur í EIK um deyðbóltstøður og dystar analysu. Venjingardysturin leygardagin verður brúktur sum dømið. Øll eru vælkomin.

Til fyrilestranar er gjørligt at keypa ymiskt tilhoyr til venjara og málmannsútgerð, serliga handskar.