Komandi mánadag, 23. mai klokkan 15.00, opnar ein áhugaverd málningaframsýning við Jóannis Kristiansen í Gráasteinshúsinum í Saltnesi. Tað skrivar heimasíðan hjá Nes Kommunu.
Tað er Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, sum hevur tikið stig til framsýningina. Alfred hevur fyri nøkrum árum síðani ognað sær Grásteinshúsini, og hevur gjørt tey 100 ára gomlu húsini í stand.
Á framsýningini verða málningar eftir Jóannis Kristiansen sýndir fram. Jóannis, ofta nevndur Leirvíksmálarin, livdi frá 1918 til 1988.
Mamma Jóannis var ættað úr Gráasteinshúsinum, og tað er í tí sambandinum, at Alfred Olsen skipar fyri hesi framsýningini.
Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sum opnar málningaframsýningina og eisini fer Petur Martin Petersen úr Fuglafirði, at greiða frá um lívið og málningalistina hjá Leirvíksmálaranum. Jóannis Kristiansen var mammubeiggi Petur Martin.




