Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málningaframsýning í Spaniastovu á Norðoyastevnu

Signhild V. Johannesen. Myndir: Dávur Winther

Frælsi og dreymar eru nakað, vit ikki kunnu liva uttan. Í einum málningi síggi eg dreymar; fríar dreymar, sum føra meg hagar, eg vil; frælsi at droyma tað eg vil.

– Astri Luihn

Frælsi og dreymar eru nakað, vit ikki kunnu liva uttan. Í einum málningi síggi eg dreymar; fríar dreymar, sum føra meg hagar, eg vil; frælsi at droyma tað eg vil.

Kvinnur á veingjum, veingir sum lyfta og flyta meg, flogið so hábærsligt, at ongin annar enn ein drotning kann bera tað.

Listaligar drotningar eiga vit nógvar av í Føroyum. Saman við Astri Luihn kann eg eisini nevna Gurðið Poulsen, Astrid Andreasen, Elinborg Lützen, Fridu Zachariassen, Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy og fleiri við teimum. Allar hava tær roynt sína egnu serstøku leið.

Sama er við Astri, sum hevur kastað seg á fuglabjørgini og serstøku fuglarnar- oftast lomvigar – saman við tí flótandi, spennandi og duldarfulla fjallinum, fuglaberginum sum ein veldug kontrast til vakra lítla fuglin. Har fuglurin verður heilt minimalistiskur í sínum egna bergi – í berginum hann sjálvur eigur. Ja, tú kann siga, at tú gerst bergtikin.

At halda fast við ynskjum og dreymum um at verða listafólk, krevur nakað heilt serligt. Tú speglar ikki tað, sum samfelagið roknar við, tú skalt verða og gera. Tú skalt helst verða lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, pedagogur ella sjómaður. Hetta er siður seinastu 30 – 40 árini. Fara vit longur aftur, varð ein hildin fyri ikki at verða ein samfelagsborgari á jøvnum føti við onnur, um tú ikki fekst við ítøkiligt handverk. Tað at gera nakað listarligt, tónleikaraligt og tílíkt varð ikki sæð sum nakað veruligt arbeiði.

Tíbetur er hetta broytt. Vit hava staðfest týdningin av list og hava tikið allar hesar listarligu upplivinganar, vit fáa, til okkum. Tað er í dag ein neyðturviligur partur av okkum øllum og samfelagum.

Eg fegnist um, at vit geva pláss fyri listaframsýningum her í Klaksvík, fegnist um, at listafólk aðarastanði frá koma higar at sýna fram. Tað setur lit á og lív í okkum, sum her búgva.

At fáa eina so litríka og altjóða listakvinnu sum Astri Luihn til Klaksvíkar er gleðiligt. Eg vil ynskja Astri vælkomnari til Klaksvíkar og ynski henni góða eydnu við framsýningini og framyvir.

Takk til Spaniustovu, Jógvan Andrias fyri at fáa hesa eins og aðrar framsýningar upp at standa.

Við hesum orðum er framsýningin hjá Astri Luihn á Norðoyastevnu 2015 í Spaniastovu latin upp. Takk til tykkum øll og góða norðoyastevnu.

Signhild V. Johannesen

Forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins