Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Málningaframsýning við Elisabeth á Bakka og Helen á Lakjuni

Jóhann Lützen

Málningaframsýningin við Elisabeth á Bakka og Helen á Lakjuni, í hølunum hjá Victor á Lakjuni, heldur fram til og við týsdagin

 

Tær báðar, Helen og Elisabeth, hava gott hugflog og handalag. At seta litir saman er, sum at fáa ein góðan dans við penslinum. Motivini eru fjølbroytt og hava tær til hesa framsýningina bæði arbeitt við abstraktum málingum, litføgrum kompositiónum og spennandi skapum. 


Um tú ert forvitin at síggja hvat hesar báðar kreativu kvinnur hava at vísa, so er møguleiki tann 20. – 25. juni. 


Framsýningin er opin soleiðis:
 

  • Hós. 20. juni kl: 15:00 – 19:00 
  • Frí. 21. juni kl: 15:00 – 19:00 
  • Ley. 22. juni kl: 13:00 – 19:00 
  • Sun. 23. juni kl: 13:00 – 19:00 
  • Mán. 24. juni kl: 15:00 – 19:00 
  • Týs. 25. juni kl: 15:00 – 19:00 


 Øll eru hjartaliga vælkomin.