Í skúlanum við Løkin á páskum.
TÍÐINDASKRIV:
Málninga-framsýningin verður opin páskadag og annan páskadag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.
Setanin av málningaframsýningini verður páskadag kl 15.00. Tað verður borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen sum setur framsýningina og kór Glyvra kirkju syngur.
Peningurin sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til skótahúsið við Løkin, sum er karmur um arbeiðið hjá skótunum á Skálafjørðinum.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verði væl vitja. Framsýnarar eru fólk sum royna seg fyri fyrstu ferð, saman við nógvum royndum listafólkum.
Øll eru vælkomin
Blíðar heilsanir,
KFUM-skótarnir við Løkin




