Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málningframsýning hjá Kristinu Joensen

Kristina Joensen, ættað úr Fuglafirði, letur upp málningaframsýning í Østrøm leygardagin 16. mars kl. 15:00. Framsýningin er opin í 14 dagar.

Kristina Joensen, ættað úr Fuglafirði, letur upp málningaframsýning í Østrøm leygardagin 16. mars kl. 15:00. Framsýningin er opin í 14 dagar.

Kristina er ein modernistur og ein avantgardistur. Hon hevur tey seinastu árini gjørt vart við seg á ymsan hátt við t. d. við tveimum leikum, sum hon gjørdi sjálv, ið vórðu sýndir í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani, havt skeið í myndlist í Ribarhúsi , sum hava verið væl umtøkt og sjálvstøðuga málningaframsýning í Ribarhúsi fyri tveimum árum síðani.

Á mentanarstevnuni í fjør í Fuglafirði mundi eitt av hæddarpunktunum verða leikurin í Gamla svimjihylinum , ið bar heitið: Rúmdarfiskar. Ein sera poetisk, moderna, avantgardistisk sýning við fimleikarum ílatnir sum rúmdarfiskar, ið gjørdu ymsar rørslur í vatni eftir trummuljóði og tónleiki. Litað ljós setti sín dám á framførsluna. Ein djóraparada í bygdini við næmingum í 7. flokki var eisini á skránni hesa mentanarviku, sum Kristina stóð fyri.

Á málningaframsýningini leygardagi verða málningar at sjá av kendum – og minni kendum fólki, sum fara at sita í hipsterstíli á kummuni. Hetta eru litríkir, smáir málningar. Hon hevur ikki tann bláa fjørðin , ella tey grønu fjøllini við á myndinum, men føroyskt bindimynstur, sum ger tann avbyrgda heimin kenslusaman, vovnan inn í føroyskt kynstur, sum livir í hesum kamari og veitir lív til skapningin á kummuni. Har tað eru litir og mynstur, har er lív, sjálvt í einum avbyrgdum kliva, sum er eitt hipsterrúm fyri allar føroyingar og milliónir av fólki kring tann víða heim. Frits Johannesen sigur nøkur orð, tá ið sýningin letur upp og Jógvan Joensen spælur nøkur løg.

Harleyfacadeacryl